Frálæra innan tilbúgving
Vilt tú vera væl tilbúgvin, í sambandi við trygd og lívbjargan? Hjá Tilbúgvingarstovuni kanst tú fáa frálæru innan fleiri øki, ið hava við trygd og lívbjargan at gera.
Góðkendir instruktørar
Tilbúgvingarstovan hevur til endamáls at betra um førleikan at bjarga lívi, við at veita skeið innan lívbjargan, í breiðastu merking, eins og við at veita hjartastartarar og viðlíkahald av hesum. Vit nýta einans instruktørar, ið eru góðkendir av Dansk Førstehjælpsråd, eins og vit eru limir í ERC (European Resucitation Council). Hetta merkir, at okkara instruktørar halda førleikar sínar viðlíka, og verða regluliga endurgóðkendir av Beredsskabsstyrelsen í Danmark. Sostatt eru skeiðsprógv frá okkum eisini galdandi uttanfyri Føroyar.
-
Frálæra í lívbjargandi fyrstuhjálp – 4 tímar
Tilbúgvingarstovan skipar fyri skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp við frálæru í hjartastartara.
Skeiðið tekur 4. tímar.
Frálæran er skipað sum uml. 40% teori og 60% praktik.
Fyri nærri kunning, skriva til okkara á tbs@tbs.fo…
-
Frálæra í sjálvverju
Frálæran er ætlað teimum, sum ynskja at føla seg tryggari í gerandisdegnum. Komið verður inn á at tosa um kropsatburð, og hvussu ein við einkultum gerðum kann fáa ein naskan…
-
Lógarbundin frálæra smbr. Arbeiðsumhvørvislógini
Lógarbundin frálæra innan trygd verður 12. til 14. Novembur 2024.
Tilbúgvingarstovan hevur løggilding frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til at halda frálæruna.
Ert tú trygdarumboð ella leiðsluumboð á tínum arbeiðsplássi?
Tilmelding á tbs@tbs.fo,…
-
Skeiðið – Vegurin sum arbeiðsøki
Í døgunum 07. og 08. novembur 2024 skipar Tilbúgvingarstovan fyri skeiðinum Vegurin sum arbeiðsøki í Tórshavn.
Skeiðið verður hildið av løggildum skeiðshaldara.
Latið verið løggildigt skeiðsprógv.
Kostnaður kr. 4.460 kr fyri hvønn luttakara.Tilmelding…