Frálæra innan tilbúgving

Vilt tú vera væl tilbúgvin, í sambandi við trygd og lívbjargan? Hjá Tilbúgvingarstovuni kanst tú fáa frálæru innan fleiri øki, ið hava við trygd og lívbjargan at gera.

  • Frálæra í lívbjargandi fyrstuhjálpFrálæra í lívbjargandi fyrstuhjálp

    Frálæra í lívbjargandi fyrstuhjálp – 4 tímar

    Tilbúgvingarstovan skipar fyri skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp við frálæru í hjartastartara.

    Skeiðið tekur 4. tímar.

    Frálæran er skipað sum uml. 40% teori og 60% praktik.

    Fyri nærri kunning, skriva til okkara á tbs@tbs.fo…

Góðkendir instruktørar

Tilbúgvingarstovan hevur til endamáls at betra um førleikan at bjarga lívi, við at veita skeið innan lívbjargan, í breiðastu merking, eins og við at veita hjartastartarar og viðlíkahald av hesum. Vit nýta einans instruktørar, ið eru góðkendir av Dansk Førstehjælpsråd, eins og vit eru limir í ERC (European Resucitation Council). Hetta merkir, at okkara instruktørar halda førleikar sínar viðlíka, og verða regluliga endurgóðkendir av Beredsskabsstyrelsen í Danmark. Sostatt eru skeiðsprógv frá okkum eisini galdandi uttanfyri Føroyar.

Komandi skeið

Deil