Tíðin er alt avgerandi

Teir dýrabaru minuttirnir

Hevur eitt fólk fingið hjartasteðg, er tíðin altavgerðandi. Berast skal skjótt og rætt at. Avgerandi er at byrja lívbjargandi fyrstuhjálp beinanveg, og at fáa fatur á hjartastartara alt fyri eitt, fyri at bjarga lívi og fyribyrgja heilaskaða.

1) Um hjartasteðgur er staðfestur, er av stórum týdningi at boðað verður frá á 1-1-2 alt fyri eitt, fyri at fáa serkøna hjálp frá ambulansufólki og fyri at fáa sjúklingin fluttan á sjúkrahúsið sum skjótast.
2) Far undir hjarta-lungna-bjargan (hjartamassasju) alt fyri eitt.
3) Fá sum skjótast fatur í einum hjartastartara.
4) Fá sum skjótast serkøna heilsufakliga hjálp til vega.

Deil