HTU samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi (arbejdsmiljøkoordinator)

HTU samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi

HTU samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi (arbejdsmiljøkoordinator)

Í samstarvi við Job Life í Danmark, fer tbs.fo at skipa fyri HTU samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi (á donskum: arbejdsmiljøkoordinator). Skeiðið er treytað av, at nóg nógv tilmelda seg.

Skeiðið er ætlað byggiharrum, arkitektum, ráðgevum, arbeiðstakarum og teimum, ið samskipa uppgávur innan trygdar- og arbeiðsumhvørvi í samband við bygging og verklag. Talan er um eitt skeið/útbúgving, sum er í 5 dagar samanhangandi, og verður hildið í Tórshavn í døgunum 3. til 7.november 2025.

Undirvísingin fer fram í hølinum hjá Tilbúgvingarstovuni á Hoyvíksvegi 61 í Tórshavn.

Eisini verður vitjað á einum byggiplássi. Upplýsast skal, at tað er møtiskylda til alla undirvísingina.

Tilmelding

Tilmelding fer fram umvegis teldupost til Tilbúgvingarstovuna tbs@tbs.fo.

Um tit hava aðrar spurningar, kunnu tit venda tykkum til Jógvan Jensen á Tilbúgvingarstovuni mail: jensen@tbs.fo.

Tilmeldingar- og gjaldsfreistin er 01. oktober 2025.

Pláss er fyri í mesta lagi 20 luttakarum, og kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 9.980 krónur fyri allar fimm dagarnar.

Upphæddin skal flytast á konto 6460 – 172.987.1 og viðmerkja “HTU skeið og navn” í seinasta lagi 1. Oktober 2025.

 

Deil