Teir dýrabaru minuttirnir
Hevur eitt fólk fingið hjartasteðg, er tíðin altavgerðandi. Berast skal skjótt og rætt at. Avgerandi er at byrja lívbjargandi fyrstuhjálp beinanveg, og at fáa fatur á hjartastartara alt fyri eitt, fyri at bjarga lívi og fyribyrgja heilaskaða.